Við atliti til tilmæli um COVID -19
Fleiri konsertir á festivalinum eru ókeypis. Tær, ið kosta: Finn og keyp atgongumerki á atgongumerkja leinkjuni undir hvørjum tiltaki í skránni. Kostnaðurin er niðursettur fyri næmingar og øll undir 30 ár.
Viðvíkjandi COVID-19
Ongar COVID19 avmarkingar eru longur viðvíkjandi talinum á plássum til konsertir, heldur ikki er longur neyðugt at bíleggja pláss frammanundan til ókeypis tiltøkini.
Tó heita vit vinaliga á øll um at ansa eftir sær sjálvum og hvørjum øðrum á festivalinum við at fylgja tilmælum og leiðreglum frá føroysku heilsu myndugleikunum.