Í døgunum undan almennu setanini, fara fleiri undan tiltøk at geva føroyingum, áðrenn øðrum, eina smakkiroynd av Norðurlendsku Tónleikadøgunum.
Frá 30. august og alla festival vikuna, fara vøkru tónarnir frá verkinum hjá Ellen Lindquist, “Sacredness of Trees”, fyri klokkuspæl, at ljóma frá onkrum nýggjum staði í býnum hvønn dag klokkan 13. Hetta fer at seta dám á og bera boð um, at Norðurlendsku Tónleikadagaranir eru í býnum.
Men onnur tiltøk vera eisini:
Animerað familju konsert, 10+
Kom við á eina ferð gjøgnum ymisk dreymalandsløg í hesi tvørlistaligu sýning, við framførslu, analogum sjónarhátti og siðbundnum tónleiki, har ljóð, ljós og skuggar skapa sjón- og sansa- hvørvingar, eins og í einum filmi, ið er fangaður og spældur júst í løtuni. Cirkelfærd hevur fingið íblástur úr animeraðum filmi, trýst-og peika-spølum, toyggiligari tónlist, fólkamentan og ritualum; og tú verður boðin at droyma og fylgjast við skiparanum - sum er ein skugga dukka - meðan hann hvíldarleysur válar ígjøgnum tíð og rúm.
Okkurt heilt sjáldsamt fer at henda við Kirkjubømúrin leygardagin. Í Kirkjubø standa leivdirnar av gotiskari dómkirkju. Seinnapartin henda hósdagin, fer eitt sertakt verk at vera framført í gamla Kirkjubø Múrinum. Múrurin er tekin um fornu tignina, ið einaferð varð yvir hesum stað og hevur givið listakvinnuni Nicole Bitsch Pedersen íblástur til at skapa audio-installatiónina, sum fer at lata klokkurnar ringja yvir staðin enn einaferð og soleiðis geva leivdunum av gomlu dómkirkjuni nýggjan dám.
Tá tónaskalda duoin LydPort var í listabústaði, granskaðu tey Kingosang, sum er serstakur sálma sangur nær tengdur at føroysku kirkjusøguni. LydPort hevur rannsakað eginleikarnar í siðbundna acapella sangháttinum og hava brúkt úrslitini av rannsóknini til at skapa eitt nýtt tónaverk við Kingo sangarum og elektroniskum tónleiki. Tónaverkið sameinir heilaga dámin frá staðnum og sangmentanini, sum bæði Kirkjubømúrurin og Kingo sangurin bera í sær, og setir hetta saman við nútímans upptøkuteknikki og yrkingum um liviháttin hjá fólki, ið nú búgva í hesum umhvørvi. Listafólkini í LydPort eru Mai Ane Pil Siedentopp, og Morten Schmidt.
Tónaskaldið Elin Gunnlaugsdóttir hevur givið sær stundir til eitt, í talgildu øld okkara, so sjáldsamt fyribrigdi, sum at skriva postkort. Hesi postkort eru merkisverd. Bæði tí at tey eru fysisk brøv frá einum fólki til eitt annað í eini tíð, tá samskifti á alnótini er vanligasti mátin at koma í samband við onnur, men eisni tí at postkortini eru nótaørk í verki hennara Circles of Sounds. Hepnu móttakararnir av hesum persónligu postkortunum eru ein sangari, ein slagverkleikari og ein oboleikari. Trioin fer at spæla úr postkortunum í undrunarverda umhvørvinum í Kirkjubø.
Henda skrá verður tikin uppaftur hósdagin á festivalinum.
SKRÁ
- Klokkurnar úr Múrinum (2019) Ljóð installatión eftir Nicole Bitsch Pedersen, tónaskaldi.
- 3 (2021) eftir tónaskalda duoini Lyd Port
- Circles of Sounds (2021) eftir Elín Gunlaugsdóttir, tónaskaldi
Framførsla
Jensina Olsen, sangari
Jan Rúni Poulsen, slagverk
NN, obo
Lyd Port og Kingo sangar
Ljóð installatiónin, A Faroese Tale, eftir ljóð listamannin Franc Ross Adams og elektroniska tónleikaran Bjørn Svin, fer hvønn dag at verða spæld í Norðurlandahúsinum.
A Faroese Tale er ein surrealistisk ljóð-kollaga, har ljóðið av føroyska veruleikanum umskapast til tónleikaliga abstraktión. Sunnudagin fer Bjørn Svin at gera eitt beinleiðis ljóðbland av installatiónini, har hann setir veruleika upptøkurnar inn í tónleikaligan samanhang.
SKRÁ
A Faroese Tale
PERFORMER
Bjørn Svin
Ensemble Adapter fara at skipa fyri fyrstu Open Mic verkstovu teirra í Havn.
Eitt tiltak, har Týska-Íslendska orkestrið gevur viðurkendum eins og nýggjum tónaskøldum møguleikan at fáa síni verk framførd av yrkis tónleikarum.
Kom framvið við tínum nótabløðum ella støkk inn á gólvið at lurta.
Saman við børnum á Margarinfabrikkini, hava tónaskaldið Anna Rosenkilde og myndlistamaðurin Bárður Christensen skapt trý verk við ljóð list og málningum, sum hava røtur trý eyðkend støð í Havn, ið børnini sjálvi hava valt. Úrslitið verður fyrstu ferð víst 31. August klokkan 19.00 og 20.00 í Ostehusið.
11. apríl 1940 vóru Føroyar hersettar av Bretska hervaldinum. Tó at talan var um eina friðaliga herseting, ið bar heitið "Operation Valentine" so legði hon stór spor eftir seg. Leikbólkurin "Det Ferösche Compagnie" setti hesa søguligu hending á breddan í 2015, tá ið 75 ár vóru liðin, og lótu hendingina í ein leiklistarligan búnað í Sjónleikarhúsinum í Tórshavn. Framleiðarin og tónleikarin Jens L. Thomsen gjørdi ljóðmyndina til leikin og burtur úr hesum tilfarinum eru nú bæði ein vinyl pláta og ein framførsla tøk.
"Operation Valentine" er ein audiovisuella tónleikaframførslu, sum tulkar bretsku hersetingina av Føroyum undir øðrum heimsbardaga. Hetta var ein tíð við stórum kensluligum rembingum. Hersetingin kollvelti gerandislívið frá degi til dags, og eins og í einum framtíðarfilmi kom nútíðin bóltandi inn yvir føroyingar uttanífrá og gav teimum rákan av nýkomnum frælsi, bæði persónligum, fíggjarligum og politiskum. "Operation Valentine" er tó ikki ein søgulig lýsing men heldur ein lýsing av, hvussu hetta tíðarskeiðið kendist sálarliga. Tað er Jens L. Thomsen, ið hevur skrivað og framleitt tónleikin, og Kirstin Helgadóttir hevur staðið fyri grafiska og visuella tilfarinum.
Hetta kvøldið fert tú at fáa eitt framúr høvi at uppliva ljóðið av spírandi elektroniska tónleikinum í Havn.
Undan festivalinum hava Norðurlendsku Tóneleikadagarnir skipað fyri verkstovum við elektroniskum tónleiki í Tórshavn, saman við roynda tónleikaranum og framleiðaranum Bjørn Svin. Luttakararnir í verkstovuni eru allir tónleikarar hiðani, sum hava rannsaka teirra egnu leið inn í elektroniska tónleikin, og hetta kvøldið fara nøkur teirra at framføra egin verk - ein einastandani møguleiki at uppliva tónar úr spírandi elektroniska tónlista umhvørvinum í Tórshavn.